FM í estetiskum fimleiki 2024

Um vikuskifti skulu føroyameistararnir í estetiskum fimleiki finnast.

Sum altíð verður kappast bæði leygardag og sunnudag.

 

Undir littum ljósum og í pyntaðari høll fara 20 lið á gólvið í høllini á Hálsi leygardagin.

 

20 lið í fimm aldursbólkum úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósið, Klaksvíkar Fimleikafelag og Fimleikafelagnum Støkk kappast innleiðandi leygardagin kl 13.

 

Somu lið fáa aftur møguleikan dagin eftir kl 14, tá finalan verður og FM vinnararnir vera funnir og medaljur og steyp vera handað.