FM í kappríðing byrjar leygardagin

Ríðibreytin hjá Vága Ríðingarfelag, við flúgvarabedingina, verður pallur fyri fyrstu FM kappingina í kappríðing í ár.

Kappingin verður leygardagin kl 15 og kappast verður sum vant í fimm greinum, Skeið, Tølt, Trav, Tvíspor ung og Tvíspor vaksin.

 

Undan fyrstu kappingina er altíð spenningur um hvørji ross vera við hesuferð. Stórar broytingar hava verið seinastu árini, serliga í Tvíspor vaksin, har eitt ættarliðsskiftið hevur verið og ung reiðfólk hava tikið yvir frá teimum meira tilkomnu. Seinastu tvey árini hava tvær heilt ungar kvinnur vunnið FM í hesum bólkinum og nú verður spennandi um onkur av teimum meira vaksnu klára at svara aftur, ella um tey ungu ætla sær at halda fast um sigursgongdina. í 2023 vann Ása Bárðardóttir FM og í 2024 var tað Silja G. Eystberg.

 

##med2##