Skjótisamband Føroya skipar hetta vikuskifti fyri FM í skeet á skjótibreytunum hjá Vestmanna Byrsufelag og Veiðifelagnum Byrsumúla.
Innleiðandi umførini (3 ferðirnar 25 dúgvur) vera skotin leygardagin, og seinna umfar (2 ferðirnar 25 dúgvur) + finalurnar vera skotnar sunnudagin.
Leygardagin 12. september frá kl. 09:00 til umleið kl. 14:00 verður skotið á breytini hjá Vestmanna Byrsufelag, úti á Bergi.
Sunnudagin 13. september frá kl. 13:00 til umleið kl. 17:00 – finalurnar byrja uml. kl. 16:00 - verður skotið á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla (í Sandvíkum - niðanfyri á Hjalla)
Leygardagurin er samstundis seinasta umfar í FM kappingini fyri lið 2015.
Væntandi vera einir 18 skjúttar við í kappingini og øll eru vælkomin at hyggja eftir kappingini bæði í Vestmanna og í Sandvíkum, boðar Skjótisamband Føroya frá.