Svimjihøllin í Gundadali í Havn er í dag karmur um FMS – Føroyameistaraskap í svimjing í 25 metra hyli, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri.
Kappingin er skipað í tveimum. Øll svimja innleiðandi í morgun, samstundis sum juniorar kappast um at gerast juniormeistarar. Seks tey skjótastu koma víðari í finaluna, har kappast verður um at gerast føroyameistari.
Finalurnar byrja klokkan 17 í dag og enda um umleið klokkan 18.30.
Í morgin, sunnudagin, er kappingin frá klokkan 16 til 17.45.
Í øllum kappingum verða heiðursmerki handað.
Kappingarnar fyrrapartin byrja klokkan 9.30 og enda klokkan 12.
Til ber at stroyma kappingina á:
Tað er siðvenja, at tað er ókeypis at síggja svimjikappingina, soleiðis verður eisini á stuttgeil.
– Øll eru hjartaliga vælkomin, heilsa tey úr svimjifelagnum.