FM-kapping í Settlers

Tveir teir bestu føroyingarnir sleppa við, tá HM-kappingin í væl umtókta spælinum verður í Týsklandi um miðjan oktober

Settlers

Leygardagin 24. september verður FM-kapping hildin í Settles, sum er eitt av teimum heilt væl umtóktu familjuspælunum, sum hava vunnið fram seinnu árini.
Frá fyrireikarunum verður sagt, at tað enn eru fleiri pláss tøk til kappingina, sum í ár veruðr stuðlað av Atlantic Airways og Thomas Dam á Hálsi. Tiltakið fer fram í Bridge-húsinum, og frá fyrireikarunum verður sagt, at spælt verður við altjóða reglum. Tað vil altso siga, at tað er standard-útgávan av spælinum og standard-reglur, sum verða nýttar.
Og tað er ikki hissini vinningur, sum til ber at ogna sær. 14-16 oktober verður nevnliga kappast um heimsmeistaraheitið í Settlers, og fer kappingin í ár fram í týska býnum, Essen. Føroyar hava fingið tilluta tvey pláss í kappingini, og sleppa teir báðir bestu føroysku luttakararnir soleiðis eisini við til HM-kappingina, har luttakarar úr ikki færri enn 31 londum fara at taka lut.
Sagt verður annars frá fyrireikarunum, at luttøkan í FM-kappingini kostar 100 kr., og fer tilmelding fram á teldupost-adressuni, [email protected]. Lagt verður afturat, at luttakarar skulu vera fyltir 18 ár.