Liðið hevur mesta av kappingarárinum víst sína styrki og áðrenn seinasta umfar í Bridgehúsinum í gjár stóðu teir næstan ikki at taka. Umframt Per Kallsberg eru Dánjal Pauli Mohr, Jóannes Mouritsen, Egil Sondum, Heðin Mouritsen og Gunnar Mourtisen á liðnum. Spælarnir á hesum liðnum hava seinastu mongu árini verið at funnið millum vinnararnar í føroyskum bridgekappingum.
Endaliga úrsltið gjørdist: 1. Per Kallsberg 211 stig, 2. Bogi Simonsen 162 stig, 3. Eysturoyar Bridgefelag 154 stig, 4. Høgni Jacobsen 151 stig, 5. Jákup Hjaltalin 143 stig og 6. Hallur Ellingsgaard 55 stig.
Liðið hjá Salomon Johansen flutti upp í 1.deild.