FM Kappríðing og Føroyaleikir útsett vegna veður

Vegna nógva regnið seinastu dagarnar hevur nevndin í Vága Ríðingarfelag avgjørt at útseta FM kappríðingina og Føroyaleikir, frá í dag kl 15 til týskvøldið kl 19.

 

Nevndin hevur kannað breytina nú fyrrapartin og meta, at hon er ikki nóg trygg at kappast á. Tey harmast sjálvandi um hetta, serliga tí man veit at hetta ávirkar summi reiðfólk, ið skula av landinum áðrenn týskvøldið. Mett verður tó, at breytin er ikki nóg trygg í dag og tryggleikin skal sjálvsagt raðfestast hægst tá kappast verður.

 

Tað er tó loyvt at skifta reiðfólk, so í tí føri har fólk fara av landinum ber til at onnur kunna ríða fyri tey týsdagin