Føroya Triathlon Felag skipar komandi sunnudag 25. august kl. 13.00 fyri FM í sprint triathlon, sum eisini er næstseinasta Grand Prix kappingin hjá felagnum.
Kappingin verður í Havn, og kappast verður soleiðis:
750 m svimjing, 20 km súkkling, 5 km renning
Fyrst verður svomið í Svimjihøllini í Gundadali. Liðugur at svimja, skal íðkarin skunda sær út á súkkluna, og verður súkklað frá Svimjihøllini til rundkoyringina við Skansan og aftur til rundkoyringina R.C.Effersøesgøta/Norðari Ringvegur 3 ferðir, og so oman til Skógrøkt Landsins.
Her verður skift til renning, og runnið verður frá Skógrøkt Landsins niðan eftir Hvítanesvegnum til høgru eftir Skraddaragøtu, inn á gøtuna kring Skógrøktina og aftur til málið við Skógrøkt Landsins. Runnið verður 6 ferðir runt.
Íðkararnir verða bidnir at møta minst ein tíma áðrenn kappingarbyrjan.
Støðan í Grand Prix kappingini er hendan:
Samlaða støðan aftan á 4 umfør:
Menn Stig
1. Gunnar Dahl-Olsen 133
2. Eli Christiansen 128
3. Bogi Lenvig 114
4. Hallur Stakksund 110
5. Evald Rasmussen 66
6. Kári Simonsen 58
7. Beinir Rasmussen 52
8. Dia Jacobsen 30
9. Eyðtór Joensen 36
10. Robert Vilhelmsen 32
Kvinnur Stig
1. Katrin Sørensen 80
2. Rannvá Jacobsen74
3. Annika Jacobsen 30
4. Brynhild Klein 26
Tilmelding á tlf:
Evald Rasmussen 31 65 52
Gunnar Dahl-Olsen31 90 30
FTF (Føroya Triathlon Felag)