-FM størri enn steypakappingin

Hóast TB hevur tapt allar tríggjar dystirnar ímóti ÍF í ár, so er steypafinalan leygardagin víð opin, sigur Gudrid Nolsøe.

Leikandi venjarin hjá TB, Gudrid Nolsøe, heldur at tað at vinna FM er størri enn at vinna steypakappingina.

? Fyri Flogbóltsambandið eru steypafinalurnar nakað heilt serligt, men hjá okkum sum felag, er FM tað fremsta máli, sigur Gudrid Nolsøe undan steypafinaluni leygardagin.

TB-kvinnurnar vunnu greipuna í fjør, meðan tað hevur gingið eitt sindur striltið í ár.

? Vit hava framvegis møguleika at vinna FM, men tað verður torført. Vit mugu tí leggja nógv fyri leygardagin fyri at vinna steypafinaluna, tí tað kann gerast einasti møguleiki hjá okkum at vinna nakað í ár, greiðir Gudrid frá.

TB hevur tapt allar tríggjar dystirnar ímóti ÍF í ár, men tað væntar Gudrid ikki hevur so stóran týdning leygardagin.

? ÍF hevur verið við yvirlutan í ár, men finalur eru nakað serligt, og tí er dysturin víð opin, sigur leikandi venjarin hjá TB

Gudrid sigur seg hava góðar vónir undan dystinum, og væntar at siggja nógvar suðuroyingar í høllini á Hálsi leygardagin. Ætlanin er at koma norður til Havnar fríggjakvøldið, har tær síðstu fyrireikingarnar verða gjørdar undan dystinum leygardagin.

Leikandi venjarin hjá TB, Gudrid Nolsøe, sigur at steypakappingin kann gerast einasti møguleiki hjá TB at vinna nakað í ár.