Tríggir dystir eru í kvinnudeildini í kvøld. Á niðara vølli í Gundadali fara HB og B68 at spæla á niðara vølli samstundis, sum bestu mansliðini hjá B36 og NSÍ fara at dystast á ovara vølli. Kvinnuliðið hjá B36 fer at spæla á útivølli ímóti ÍF/Víkingi.
Svarið upp á spurningin, um tað verður KÍ ella EBS/Skála, sum fer at vinna FM, verður ikki svaraður í kvøld. Men úrslitið í toppdystinum í Klaksvík fer at hava risa stóran týdning fyri vánirnar hjá ávikavíst KÍ og EBS/Skála at vinna FM.
Bæði liðini hava 36 stig. Málmunurin hjá KÍ er +60, og hjá EBS/Skála er hann +42. Hetta er triðja ferðin, at toppliðini hittast í landskappingini í ár. Seytjanda apríl vann KÍ í fjórða umfari 3-1 á heimavølli, og fimta juni vann EBS/Skála 4-1 á heimavølli. Síðsti dysturin í landskappingini millum tey bæði toppliðini verður sjeynda oktober, tá ið EBS/Skála eigur heimavøll í síðsta umfari.
Tá ið KÍ og EBS/Skála undan summarfrítíðini kappaðust um at vinna pláss í steypafinaluni, endaði EBS/Skála omaná. Eftir 1-1 á heimavølliinum hjá EBS/Skála vann EBS/Skála á jóansøku 2-1 í Klaksvík
KÍ-EBS/Skála: Petur Reinert kl. 19.30
ÍF/Víkingur-B36: Áron S. Vest kl. 19.00
HB-B68: Kristian Oskar Henriksen kl. 18.00