FM Tal '98 "Summarið við Ivan"

At fáa sterkar útlendskar telvarar sum gestir heima við hús man hjá teim flestu vera rárasta hending. Sjálvur havi eg tó nakrar royndir av liggjandi talvgestum uttaneftir, og eg skal vera tann fyrsti at sanna, at burturúr tí komu minniligar løtur, sum - nú árini so skjótt líða - eru vorðin til kær minni.

Tá skipað varð fyri einari kapping millum nakrar av fremstu telvarunum í Føroyum og í Danmark í Útvarpshøllini í 1986 gistu útlendsku gestirnir privat, og tað bar ikki beinari á, enn at ein av teimum skuldi búgva heima hjá okkum. Sum vera man var hetta sera forvitnisligt hjá mær sum ungum telvara, tí væl fylgdi eg við, hvussu teir fremstu telvararnir í Danmark itu, og tí hevði eg mangan frætt og lisið um Bjarka Kristensen, sum búði heima hjá okkum tær báðar vikurnar, sum kappingin var hetta summarið í 1986.

Bjarke var - og er - av fittastu fólkum - blíður og hjartaligur, og ikki tað minsta hástórur. Hartil var hann fyrikomandi og tolin við meg, tó at eg í heilum vildi práta við hann, ómettandi í tráanini eftir íblástri. Minnist væl hvussu ovfarin og hugtikin eg var, tá hann vísti mær talvið, hann henda dagin hevði vunnið móti John Rødgård. Eg var ikki tað minsta bilsin, tá eg seinni las, at hetta talv varð kosið sum tað besta í Danmark tað árið.

Lítið hevði eg hugsað, at so sterkur telvari aftur fór at koma á gátt heima hjá okkum, men eg fekk annað at síggja, hóast nógv ár gingu frá tí at Bjarke segði farvæl, og til uppaftur nógv sterkari telvari trein á gátt á Spógvavegi 16.

Vit skriva 1992, og summarið er komið hægst á luftina.

Sunnaneftir frættist frá avrikunum hjá føroyska talvliðnum í olympisku kappingini í Manila hetta sama summarið, og í kjalarvørrinum av øllum tí bjartskygni, sum føroysku úrslitini bóru í sær fekk tann framskygdi umboðsmaðurin hjá føroyska liðnum so tað í lag, at tveir bosniskir stórmeistarar, ið gingu mestsum heimleysir, eftir at borgarakríggj var brostið á í heimlandinum niðri á Balkan, skuldu til Føroya at dvølja hetta summarið.

Føroyski talvumboðsmaðurin hevði gjørt onki minni enn eitt kvetti! Talan var um tveir av fremstu telvarum í heiminum, Predrag Nikolic og Ivan Sokolov, ið sótu ávikavist sum fyrsti og annar maður á bosniska talvliðnum, og sum um hetta mundið vóru millum 25 teir ovastu á heimsstyrkilistanum. Borið varð so í bandi, at tann eldri, Nikolic, skuldi til Klaksvíkar at vera, og so kom áheitan um at útvega hinum innivist í Havn. Í Klaksvík fingu teir stórmeistaranum egið hús, men úr Havn fekk Talvsambandið tey boð, at tann yngri talvgesturin kundi fáa privata innivist á Spógvavegnum, legði hann í tað. Og so var leyst og liðugt!

Og ein av fagrastu summardøgunum, ið hugsast kunnu,komu bosnisku stórmeistararnir til Føroya. Úr Havn fóru feðgar í bili til Vestmannar at taka ímóti. Túrurin stendur framvegis livandi í huganum. Farið var norður eftir oyggj, ongin skundur var, tí lagt var tíðliga frá landi. Allanvegin sóust reyst, hávaksin fjøll í rodnandi kvøldarsól. Fjørðurin blikaði, og ikki ein ond var nakrastaðni.

Á bryggjuni í Vestmanna bíðaðu vit eftir Sam. Og har kom hann so undan. Sólin var nú eitt sindur viknað, men stavaði framvegis inn eftir fjørðinum. Nú skipið nærkaðist sóust nakrir mans standa úti á dekkinum í góðveðrinum. Nakrar bar tú kenslu á - einir tveir úr talvfelagnum í Klaksvík vóru farnir vestur at taka ímóti. Hvørjir fremmandamenninir vóru helt tú teg hóma, tá skipið gjørdi seg til at leggja at. Nikolic - ið tú kendi aftur úr útlendskum talvbløðum - blíðskortaður aftan brillur og í myrkum klædningsjakka, prátingarsamur og diplomatiskur.

Hin mátti so vera Ivan Sokolov, ið fór at vera mín gestur tær næstu seks vikurnar. Hann var hávaksin og skrámutur, meiri fámæltur enn hin, dæmið var døkklitað, hárið svart og ývið, andlitsbráið eitt sindur álvarsligt og knýtt, og har sum hann stóð - bara 25 ára gamal og heimleysur - tóktist hann mestsum einsamallur í verðini.

Vit heilsaðust, fingu viðførið inn í bilin, skiftu nøkur orð við hinar, ið fóru til Klaksvíkar, settu okkum inn í bilin, og hildu so leiðina til Havnar. Hevði nýggi gesturin verið tigandi og fáorðaður fyrstu løtuna, so gekk kortini ikki long tíð til tungubondini losnaðu. Og at tað stóð ikki á at práta hjá honum sannaðist skjótt. Røddin var djúp og mælsk, borin fram av eldhugi, hann tosaði raðið enskt við øllum teimum eyðkendu ljóðbrigdunum, sum eru enskttalandi eysturevropeum so lík. Spurdi tú hann okkurt um telving svaraði hann við mongum orðum, tað fossaði úr honum, sermerktu handakeipurnar, ið tú skjótt mátti venja teg við, strikaðu undir tað, hann segði. Okkurt spurdi hann, men betur tókti honum dáma sjálvur at fortelja enn at lurta.

Heima við hús stóð drekkamuður og nýbakaðar køkur frammi. Mamma dugir ikki enskt, og tí fekst ongin samrøða teirra millum, men hvat er við tilkomið konufólk at røða, sum onki veit um talv? Babba smæddi seg afturímóti ikki burtur; hann hevði fingið ta nyttuna úr seinna Heimsbardaga, at hann hevði lært seg at skilja og til húsbrúk at tosa enskt, og tí funnu teir báðir skjótt stevið.

Longu fyrsta kvøldið varð stungið út í kortið, hvussu farast skuldi fram næstu seks vikurnar. Havnar Telvingarfelag hevði uppskot um eina felags arbeiðsskrá, og hana samdust við skjótt um. Í stuttum skuldi tann ungi stórmeistarin nøkur kvøld um vikuna leiðbeina og leggja limum felagsins lag á, harumframt skuldi eisini skipast fyri nøkrum simultanframsýningum, bæði almennum og í felagnum.

Um sjálva telvingina kann farast lætt um; hann hølvaði meginpartin av í simultankappingum, tó segði hann seg vera bilsnan um mótstøðuna, hann fekk, tá ið hann setti upp ímóti tjúgu úrvalsmonnum tað fyrsta kappingarkvøldið. Fýra telvarum mátti hann dvína fyri (Jens Chr. Hansen, Súna Ziska, John Jacobsen og Rubek Rubeksen) og tveir fingu remis (Luitjen Apol og Torbjørn Thomsen), men hinar vann hann allar. Hann lovaði at vinna ruddiligari, fekk hann høvið til tess aftur, men so sterka manning sum hetta kvøldið eydnaðist ikki at manna aftur ímóti honum.

Um dagin brúkti hann fleiri tímar yvir talvborðið - einar fimm-seks tímar tilsamans sat hann bendur yvir borðið og studeraði, hetta var hansara arbeiðsdagur, sum hann sjálvur tók til. Viðhvørt setti tú teg yvirav og hyggja, hvussu hann arbeiddi og hvørjar tankar hann gjørdi sær. Gaman í var hugtakandi at skoða, hvussu hetta fór fram, men flogið var mangan so høgt, at tú bara so dánt fekk ferilin av tí.

Og sjálvandi skuldi tú royna teg ímóti stórmeistaranum sjálvur, hóast hetta var vónleys uppgáva. Tað kom mestsum ikki fyri, at tú fekk upp nakra støðu, so at tú kundi vinna. Við svørtum var púra forgjørt. Við hvítum kundi tað leingi líkjast - helt tú - men vanliga var hetta ikki annað enn svikafult lognbrá.

"With the white pieces you are playing reasonable moves - but with black its just a mess!? staðfesti stórmeistarin eirindarleysur.

Væl dámdi honum kortini at handfara píningar sum okkum. Hann tóktist at finna mikla fragd í at lata frá sær stórar fyrimunir í snartalvi móti okkum; tildømis at taka annan av sínum rókum av borðinum og skarva sína egnu tilmáldu tíð niður í ein minutt áðrenn dystur byrjaði - og so kortini hølva okkum av! At síggja vónloysisøðina í andlitum okkara eftir hesar obligatorisku eyðmýkingarnar fekk hann at froysa út í hjartaligan látur; hann legði seg afturá í stólinum í barnsligari frøi, og við pátiknum lótum lætst hann at vilja ugga, og hann bað okkum um endiliga ikki at fella í fátt av hesum.

Sum fráleið gjørdist samskiftið okkara millum alt smidligari og stevfastari. Tað heldur tunga og álvarssama bráiið, ið eyðkendi hann fyrstu dagarnar, fór skjótt av honum, og handanfyri tann unga stórmeistaran búði sum vera man ein ungur maður, ið hevði sama tørv sum allir aðrir ungdómar at spenna álvaran og gerandisdagin frá fyri heldur at stuttleika sær og halda sær at gamni.

Og avlopstíðin - henni var ríkiligt av - var brúkt til annað enn bara at telva. Hetta var tíðarskeiðið, tá tú framvegis var leysur og frælsur kroppur, og áðrenn allir vinmenninir rýmdu til Danmarkar. Vikuskiftini vóru hildin í veitslulag, og býarlívið varð væl røktað tey árini. Óttin um hvussu stórmeistarin fór at laga seg til rituellu vikuskiftishaldini vísti seg at vera púra ógrundaður, tí skjótt máttu vit sanna, at hann var royndur í leikum!

Ólavsøkan stóð fyri durum, og vit vissaðu hann um, at tað var ársins ball. Jú, hann lovaði, at hansara partur skuldi ikki liggja eftir! Úr Klaksvík komu menn við hinum stórmeistaranum á odda eisini til Havnar á Ólavsøku. Predrag fekk eisini innivist á Spógvavegnum, og eg hugsaði við mær sjálvum, at leitast skuldi helst langt burtur í lond at finna annað hús, ið hýsti monnum við so høgum meðalratingtali!

Ólíkir vóru teir kortini, stórmeistararnir. Tann eldri slepti sjáldan tí virðiligu medferðini, var altíð sær sjálvum líkur, og hóast hann eisini dugdi at halda sær at gamni gjørdi hann kortini lítlan háva av sær, og broyttist lítið. Øðrvísi var við hinum yngra. Hann var ein av teimum, ið gjørdist mælskur - ikki óður, als ikki - men hýrurin blotnaði upp til ovfarakæti, og stundum endaði hann í tí heilt fjantuta lagnum.

Farið var húsagongd lítla ólavsøkuaftanskvøld til vinmenn og kenningar, og stórmeistararnir vóru við í rokanum. Einastaðni endaðu vit í húsi, sum fleiri ungfólk leigaðu í; her frættist skjótt, at forvitnisligir gestir vóru komnir á gátt, og úr øðrum kømrum komu ungfólk av báðum kyni á gátt, fleiri vildu heilsa og skifta orð við fremmandamenninar, og teimum tókti at dáma væl at vera miðdeplar í øllum sigarettroykinum og harða tónleikinum í tí tronga rúminum millum tey mongu ungfólkini.

Hetta sama kvøldið fóru stórmeistararnir eitt legg oman í Club 20 at skoða ta donsku kvinnuna, ið dansaði ber á pallinum. Men hvørgin helt, at tað, teir høvdu sæð, var nakað at reypa av! Um henda vitjanin tók pippið frá teimum skal vera ósagt, men tað eg minnist, vóru teir ikki so bragdligir annan dagin. Hvat teir annars hildu um Ólavsøkuna minnist eg ikki, at teir søgdu nakað um, men Ivan var ovfarin um hvussu áhaldnir føroyingar vóru í veitslulagi.

Eftir Ólavsøkuna gjørdust vit báðir Ivan einsamallir í húsi, tí foreldrini fóru burtur at ferðast. Hesin augustmánin í 1992, tá eg harumframt hevði feriu, stendur í huganum sum nakað av tí lukkuligasta og óskyldugasta skeiðinum í ungdómsárunum. Hetta var líkasum á sjálvari gáttini til tað vaksnamannalív, sum tú av ráddum huga himpraðist at leypa út í, og støðugt royndi at útseta. Kenslan av tí ótálmaða frælsinum, at standa mitt í sjálvum lívsmeldrinum, tá alt verður lagt fyri í royndunum at tránjóta lívið og tilveruna og ungdómin, tá gerandisdagarnir bara eru nakað, sum liggja ímillum tey lokkandi vikuskiftini, og alt tað, sum ber brá av bindandi skyldum er fleiri ljósár burturi.

Og vikuskiftini í august hetta árið vóru hildin fyri fullum útblástri. Opið hús var á Spógvavegnum, ørgrynna av telvarum funnu leiðina niðan, tá leygardegnum tók at líða, tónleikurin gekk fyri fullari megi, fløskurnar rúgvaðust um borðini, prátað varð dúgliga; talast mátti harðliga fyri at vinna á tí dunandi tónleikinum, og allur meldurin stóð í fyrijáttandi glæmuni av tí, sum fara skuldi fram seinni um kvøldið, tá leiðin gekk í býin.

Eitt kvøldið minnist eg serliga væl. Borið var soleiðis í bandi, at Ivan skuldi telva snarblindsimultan ímóti tveimum av stinnastu føroyingunum. Heini Olsen og Torbjørn Thomsen - hetjurnar á føroyska liðnum í Manila hetta sama summarið - vórðu settir við hvør sítt talv á køksborðinum. Í øðrum stóli við bakinum til teir setti stórmeistarin seg. Í aðrari hondini hevði hann tann obligatoriska sjussin - oftani ein colasjattur úti ein sterkan Morgan. Sjálvur skuldi eg røkja leiklutin sum tulkur; siga stórmeistarnum, hvussu hinir fluttu, og flyta tað, ið hann bað meg gera. Alt skuldi ganga fyri seg sum í snartalvi, so tað ráddi um at vera knappur. Úr stovuni floymdu tónarnir av plátuspælaranum og kassettubandinum, ið gingu aftur og aftur hesi kvøldini. Ein pláta, ið nógv var spæld, var LP-in Mítt land hjá Frændum, sum Ivani dámdi væl. Við ómusikalskum, botnfølskum bassi setti hann í at syngja niðurlagið saman við Eyðuni: "Eg vil li--ii--va..".

Men nú skuldi tónleikurin spælast spakuliga. Einir tjúgu telvarar, sum vóru í balli hetta kvøldið, trokaðust um køksborðið, fleiri høvdu ølfløsku í aðrari hondini, aðrir eitt sigarettskapilsi, meginparturin hevði fingið meira reydligt dæmi frammaní, og nú vildu allir síggja ársins talvdrama. Leikur byrjaði, og øll framførslan tók bara einar tíggju minuttir. Torbjørn mátti lúta, men Heini bjargaði sær remis. Spontanir lógvabrestir skóru seg gjøgnum kvirruna - allir uttan høvuðspersónurin vóru paff, so hugtiknir vóru teir av tí, teir høvdu sæð.

Stundin var nú komin at halda avstað út í býin. Fleiri hýruvognar vóru boðsendir, meðan menn í skundi fóru at gera seg klárar til fráferðina. Hýruvognsmenninir fingu allir somu boð: út á Maxim! Hagar gekk leiðin mestsum hvørja ferð tey árini. Glæstriborgin úti á Albert Hall við teimum Winchesterpolstraðu møblunum og glógvandi barrunum stóð sum eitt lokkandi Klondyke fyri allan stuttleikasøkjandi ungdóm um høvuðsstaðarleiðina fyrrapartin av nítiárunum.

Eisini Ivan gjørdist húsvandur í hesum umhvørvi. Hann tók altíð til tey mongu vøkru sprundini, sum her vóru at síggja. Sjálvur lá hann ikki á tí latu síðuni, og altíð veiddi hann eftir fongi. Tú sást hann í heilum uppi á gólvinum við onkrari dansifúsari føroyskari gentu, sum blotnaði av hansara ósmædnu medferð, og lat seg leiða út á gólvið til teir mjúku og eggjandi tónarnar, sum orkestrið á tí lítla frímerkjaplássinum manaði fram.

Eitt kvøldið fann eg hann standandi við stóru vindeyguni við eystaru barrina. Hann stóð við sínum sjussi í høgru hond, lítandi tigandi út yvir býin. Útsýnið var frálíkt, so eg helt meg skilja hann. Eg stillaði meg undir hansara lið, men legði ikki í at siga nakað. Soleiðis stóðu vit eina løtu, meðan tónleikurin og alt sjóðið so líðandi fjaraði burtur.

" This is just so beautiful" læt so einaferð í honum. Klokkan var næstan fýra um morgunin, og sólin roðaði so smátt í eystri. "Incredible" mutlaði hann fram fyri seg. "At this moment of pure beauty I cant say what my parents is going through" segði hann turrisliga fram fyri seg. Væl visti eg, at hugur hansara í heilum leitaði til foreldrini í borgarakrígsherjaða Sarajevo. Hann hevði til fánýtis í fleiri vikur onki lívstekin fingið frá teimum, og dag og dagliga sat hann og hugdi at BBC-tíðindunum í sjónvarpinum, at vita, hvat nú var á vási.

Men skjótur var hann hvønn vegin - tunglyndi lá ikki til hansara, so hann tók sjálvur broddin av løtuni, tá hann vendi sær til mín, rætti glasið upp og skálaði. - "I really like this place - and the faroese girls!" legði hann aftrat og brosaði.

Uttari í hølunum hoyrdu vit, at Eric Clapton var byrjaður: "Its time to go home now...".

"No time to waste" segði hann fundvísur, báknaði við høvdinum til mín sum tekin um, at nú ráddi um at skunda sær út aftur í salin at fáa sær tann síðsta dansin, áðrenn "tíð var at fara heim".