Øll úrslitini frá FM Ung, sum var á Svangaskarði í gjár, eru at finna á www.atletics.fo Tað var avgjørt ein røtt avgerð, sum kappingartnevndin tók, tá teir valdu at útseta kappingina frá leygardegnum til sunnudagin. Líkindini at kappast vóru góð, hóast nakrar dropar og eitt lot til fitt lot av og á. 32 luttakarar vóru við og yvir 130 startir vóru tilmeldaðir. Ein fitt fjøld at áskoðarum vóru eisini á Svangaskarði sunnudagin, og tað ger tað altíð stuttligari hjá íðkarunum tá so er.
Eitt sum var gleðiligt at uppliva í dag, var at øll feløgini fyri frælsan ítrótt vóru umboðaði. Um vit ikki fara heilt skeivir, so er tað vistnok fyrstu ferð at so er, og harumframt vunnu øll feløgini eisini fleiri heiðursmerkir, skrivar www.athletics.fo
Luttakara- og heiðursmerkjabýtið varð hetta:
Bragdið 21 luttakarar, 50 heiðursmerkir - 24 gull, 19 silvur, 7 bronsa
Treysti 4 luttakarar, 10 heiðursmerkir - 4 gull, 2 silvur, 4 bronsa
Frælsi 2 luttakarar, 6 heiðursmerkir - 6 gull, 0 silvur, 0 bronsa
Hvirlan 2 luttakarar, 3 heiðursmerkir - 0 gull, 2 silvur, 1 bronsa
Hvistan 2 luttakarar, 7 heiðursmerkir - 0 gull, 3 silvur, 4 bronsa
Roysnið 1 luttakara, 4 heiðursmerkir - 3 gull, 0 silvur, 1 bronsa