FM-vinnararnir í kappríðing funnir

Kappríðing: Leygardagin var tann seinasta av teimum fimm FM-kappríðing avgreidd, og føroyameistararnir vórðu funnir

Veðrið kundi ikki verið betri, tá Føroya Ríðingarfelag skipaði fyri tí seinastu av teimum fimm FM-kappríðingunum í ár.

Sólin skein í Marknagili, og nógv fólk nýttu henda møguleikan til at njóta tað góða veðrið og samstundis hyggja eftir kappríðingini. Serliga børnini stuttleikaðu sær við at hyggja eftir rossunum.

Fýra føroyameistarar skuldu finnast leygardagin. Byrjað varð við kappingini í trav, og her gjørdist Marner Joensen á Riegel (eigari er Dánjal Magnussen á Streymnesi) føroyameistari. Hann vann eisini kappingina leygardagin við tíðini 67,6 frammanfyri Grana við Andrass Davidsen, sum komu á mál í tíðini 68,8.

Í kappingini tvíspor fyri ung gjørdist Borga við Duritu H. Sørensen á baki samanlagdur føroyameistari. Tær vunnu eisini í Marknagili leygardagin við tíðini 34,3. Nummar tvey samanlagt varð Mascot við Gert Heinesen við tíðini 35,3, og triði á mál var Hallur Hansen á Femju við tíðini 35,5.

Síðani varð farið til tvíspor fyri vaksin, og byrjað varð í 2. flokki. Her vann Tina Ziska á Helgu við tíðini 36,4. Nummar tvey varð Sválur við Rannvá Vang á baki, og nummar trý bleiv Beinir Poulsen á Glóðfaksi.

Føroyameistarin í tvíspori hjá vaksnum verður funnin í 1. flokki, og tá avtornaði, gjørdist Lokkur við Kristfrí Jacobsen á baki føroyameistari 1998. Eigari er Rólant Reinert. Leygardagin var sera javnt millum hesi bæði og Foki við Súsannu í Búðini. Bæði rossini komu á mál í tíðini 33,2, og triðja rossið á mál var Kambur við Búa Holm, sum hevði tíðina 33,5, so her var lítil og eingin munur.


Góð heystveitsla

Tað eru fimm kappríðingar, sum avgera FM í kappríðing. Tær eru Leynavatnsstevnan hjá Føroya Ríðingarfelag, Várkappríðingin hjá Vága Ríðingarfelag, Ólavsøkukappríðingin hjá FR, Heystkappríðingin hjá VR, og avgerðin fellur so á Heystkappríðingini hjá FR.

Bæði ognarsteyp, 1., 2. og 3. prógv umframt ferðasteyp verða latin.

Aftan á seinastu kappríðingina var sum vanligt heystveitsla, og veitslan var væl vitjað hesaferð. 130 fólk vóru til borðhaldið, meðan enn fleiri møttu til dansin seinni út á náttina.