FM vinnararnir tóku næstan alt

Bara genturnar umborð á Fípuni Føgru kiksaðu. Tjóðstartirnir vóru fleiri enn vanligt, og Havnarbáturin koppaði metinum, sum Skálabáturin setti fyri níggju árum síðani

 

Tað gekk, sum tað plagar at gera á ólavsøku. Hóast talan var um fleiri umstartir, og hóast tveir eyka róðrar vóru (gomul 6?mannafør og 8?mannafør við old boys), so varð seinasta 10?mannafarið komið á mál, tá klokkan var tíggju minuttir í fimm. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað fóru tíggju minuttir undir tveir tímar til kappróðurin.

Tað eru fleiri orsøkir til, at tað altíð gongur væl skjótari at fáa kappróðurin á ólavsøku frá hondini, enn tað ger á øðrum stevnum. Ein er, at róðrarteinurin er styttri, enn hann er alla aðra staðni. Ein onnur er, at fasti starturin er nógv fastari, um tað ber til at siga tað soleiðis, enn hann er aðra staðni, og ein triðja orsøkin er, at á ólavsøku eru manningarnar meiri vandar við at leggja til startin og at lurta eftir startdómaranum, enn tær hava verið fyrri á sumrinum.

Tá hetta er sagt, so eigur at verða lagt afturat, at talan var um fleiri tjóðstartir ólavsøkuaftan, enn tað hava verið nakrantíð fyrr í summar. Ørvur, sum endaði aftast í kappingini millum 8?mannafør, mundi ætla sær eina betri plasering, tá teir lupu avstað, áðrenn startskotið hevði ljóðað. Tí var neyðugt við umstarti.

Størsta kappingin um FM heitið var millum 6?mannaførini við monnum. Har var neyðugt við trimum nýggjum startum. Strálan, sum vann kappingina, kláraði ikki at halda sær eina ferð, og tað gjørdu Snopprikkur og Hvessingur heldur ikki.


Flestu FM vinnararnir fingu fult

Á ólavsøku róðu allir bátarnir 900 metrar. Eitt sindur av spenningi var um, hvussu hetta mundi fara at spæla av, tí í øllum hinum fimm FM kappingunum hevur verið kappast á longru teinunum.

Men tað gekk, sum tað plagar at gera. FM vinnararnir settu trumf á og vunnu eisini síðsta FM róðurin. Undantakið vóru genturnar umborð á Fípuni Føgru, sum noyddust at lata sær lynda næstfremsta plássið. Argja genturnar fóru avstað við ólavsøku gullinum.


Metið

Størsta trumfin av øllum smekkaðu teir umborð á Havnarbátinum á borðið. Eftir at Eysturoyingur og Vestmenningur seinastu árini høvdu vunnið tvey FM heiti í part, vann Havnarbáturin á ólavsøku fyri sættu ferð í ár.

Umframt FM heitið og ólavsøkusigurin megnaði Havnarbáturin at seta nýtt met í kappingini á stutta ólavsøkuteininum. Skálabáturin átti níggju ára gamla metið, sum varð sett í góður róðrarlíkindum, og Havnarbáturin skar í góðum líkindum eitt hálvt sekund av metinum.