FM í yngri deildum komandi vikuskiftið

Komandi leygardag verður Hoyvíkshøllin karmur um stóran flogbóltsdag, tá ið FM-kappingin fyri yngri deildir verður á skránni.

 

Ætlanin hevur alla tíðina verið at hava FM komandi vikuskiftið, men í eina tíð hevur ivi tó verið um hetta. Nú hevur flogbóltssambandið tó fingið Hoyvíkshøllini, og tí er greitt, at finalurnar vera á skránni leygardagin.

 

Tað hevur verið uppá tal at havt finalurnar í høllini í Trongisvági í ár, men hesar ætlanir eru nú lagdar á hillina. Í staðin er avgjørt, at finarlunar komandi ár vera í Suðri.

 

Dystirnir leygardagin vera hesir:

Dreingir 14 kl. 9.00

Kvinnuunglingar kl. 13.00

Gentur 14, kl. 15.00

Mansunglingar kl. 17.00

 

Leggjast kann afturat, at liðini fara at leika á taraflexgólvinum, sum verður lagt á í samband við finalurnar.