##med2##
Tvey ting eydnast optimalt hjá Jákupi á Borg, høvuðsvenjara hjá B36: 1) at vinna liðið víðari í Evropa, bæði í 2018 og ikki minst í ár, og 2) at seta ungt fólk við.
Bert 18 ára gamli, Andrass Johansen gjørdist stóra hetjan hjá B36 við at skora til 2-0 og til 3-0 í dystinum móti AB á Tórsvølli í dag.
B36 – AB 3-0 (1-0)
1-0: Sonni Ragnar Nattestad (22.)
2-0: Andrass Johansen (53.)
3-0: Andrass Johansen (90. +)
Andrass Johansen er sera fegin um álitið Jákup á Borg gav honum, at hann slapp at byrja inni, og tað kennist gott at kunna takka fyri álitið við at skora tvey mál.
Nú fer Andrass Johansen saman við liðfeløgunum at gera klárt til stóru uppgávuna í Europa League undankappingini móti gamla bulgarska fótbóltsrisanum, CSKA Sofia.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum trimum málunum B36 fekk móti AB.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Andrass Johansen aftaná dystin.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við áleyparan hjá AB, Bjarka Nielsen.