##med2##
Málið er at kappingin í Betrideildini hjá monnum skal vera avgreidd við 27 umførum. Hetta staðfesti Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF í sendingini "Fótbóltspanelið" á FM1 seinnapartin.
At enda við 18 umførum í ár eri ikki uppi og vendir sum ein møguleiki, men heldur, at fara yvir til eina Plan B loysn sum loyvir at avgreiða nøkur umfør komandi ár, og so heldur skera kappingarárið í 2021 niður til 18 umfør um brúk er fyri tí.
Korona-støðan hevur givið Virgari og hinum starvsfólkunum í FSF nógv yvirarbeiði, og telefonin hevur gingið heit.
Tað liggur framvegis greitt, at Føroyar eru vertur fyri EM-endaspælið fyri U17-kvinnulið síðst í apríl og fyrst í mai komandi ár. Ein altjóða kapping sum krevur nógv fyrireikandi arbeiði av starvsfólkunum hjá FSF.
Virgar Hvidbro og Tróndur Arge umrøddu eisini altjóða avbjóðingarnar hjá føroysku felagsliðunum og landsliðunum seinni í summar og í heyst.