FM1: 3. mars í fjør var størsti dagurin hjá Viljormi í Vejle

(FM1) Tvær uppflytingar til Superliguna og metið sum útlendski spælarin við flest dystum standa eftir nú Viljormur Davidsen er farin úr Vejle

Tilgjørd mynd hjá Vejle Boldklub

Tilgjørd mynd hjá Vejle Boldklub

##med2##

 

Uppflytingarnar til superliguna í 2018 og í 2020 vóru stórar løtur hjá Viljormi Davidsen í tíðini hann hevði í Vejle.

 

Men tað er ikki ov nógv sagt, at tann allarstørsta persónliga løtan hjá Viljormi varð 3. mars í fjør tá Viljormur fekk metið sum tann útlendski spælarin við flest skrásettum kappingardystum fyri Vejle.

 

- Tað er stórt at skriva søgu í einum so siðvandum fótbóltsfelagi sum Vejle. Hetta segði Viljormur í Heiðunum Davidsen í samrøðu við FM1 aftaná dystin móti FCK 3. mars í fjør, ið gjørdist alment skrásetti dystur nummar 182 hjá Viljormi í troyggjuni hjá Vejle. Tað er størsta dystartalið nakar útlendskur spælari hevur megnað fyri Vejle. 

 

Viljormur greiddi frá, at nógv donsk miðlafólk vildu hava orðið á hann aftaná hann koppaði gamla metinum hjá enska Julian Barnett, ið átti gamla metið sum útlendski spælarin við flest dystum fyri Vejle við 181 dystum. Viljormur fekk eisini heiðurin at vera liðskipari í dystinum móti FCK 3. mars í fjør. 

 

Viljormur náddi 207 almennar kappingardystir fyri Vejle.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Viljorm tá metið varð tryggjað. 

 

 

 

Tilgjørd mynd hjá Vejle Boldklub

Tilgjørd mynd hjá Vejle Boldklub