FM1: Aftaná haltandi byrjan er fyrsti triðingur góðkendur hjá B36

(FM1) Hoyr samrøður við høvuðsvenjaran hjá B36 og liðskiparan hjá 07 Vestur um 3-0 sigurin hjá B36 á ovara vølli í Gundadali

##med2##

 

Aftaná eina haltandi kappingarbyrjan er B36 komið væl fyri seg, og hevur tryggjað sær 13 av 15 møguligum stigum seinastu fimm dystirnar í Betrideildini. Aftaná fyrsta triðingin liggur B36 á einum triðja plássi við 16 stigum.

 

Í dag vann B36 3-0 á 07 Vestur, ið hevur vunnið níggju stig í fyrsta triðinginum av kappingini.

 

B36 – 07 Vestur 3-0 (1-0)

 

1-0: Michal Przybylski (33.)

 

2-0: Magnus Holm Jacobsen br (60.) 

 

3-0: Andrass Johansen (72.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík og liðskiparan hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen. 

 

Dan heldur, at tað gekk ikki nóg væl leikliga í fyrra hálvleiki, men frá tí B36 økti til 2-0 sótu teir á dystinum. Dan er aftaná vánaligu byrjanina uppá kappingina nøgdur við, at liðið hevur svarað aftur og hevur vunnið seg upp á triðja plássið.

 

Høgni staðfestir, at talan var um eitt slakari avrik hjá 07 Vestur í dag. Høgni er hampuliga væl nøgdur við níggju stig í fyrsta triðingi av kappingini. Seks av níggju dystum hava verið á útivølli, minnir Høgni á. 

 

Samrøður: Dan Brimsvík og Høgni Egilstoft Nielsen

Samrøður: Dan Brimsvík og Høgni Egilstoft Nielsen