FM1: Borðreiða við spennandi skrá á Norðoyastevnu

(FM1) Hoyr samrøðuna Árna Gregersen gjørdi við mentanarleiðaran hjá Klaksvíkar kommunu

##med2##

 

Endiliga kunnu klaksvíkingar halda Norðoyastevnu sum í gomlum døgum, fyri fyrstu ferð síðani 2019.

 

Mentanarleiðarin hjá Klaksvíkar kommunu, Dávur Winther fegnast um, at býurin aftur kann vera vertur einari vanligari Norðoyastevnu.

 

Korona er farið illa við Norðoyastevnuni seinastu tvey árini, og tí kravdi Dávur av Pál Weihe, lækna sum viðbót, at hann helt miðnáttarrøðuna í Vágstúni hesaferð.

 

Í tíðindasendingini klokkan 17 prátaði Árni Gregersen við Dávur Winther um tað sum fer fram á Norðoyastevnu.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna. 

 

Samrøða: Dávur Winther

Samrøða: Dávur Winther