FM1: Brandur Halgirsson og Pætur Mikkjalsson høvdu ætlað sær stig

(FM1) Hoyr dystarendan, samanumtøku hjá Andrias Eriksen og samrøður við Brandur Halgirsson og Pætur Mikkjalsson um Føroyar-Russland 23-28 (11-12)

##med2##

Føroyar – Russland 23-28 (11-12)

Føroyar : Elias Ellefsen á Skipagøtu 6, Filip Jojic 4, Peter Krogh 3, Hákun West á Teigum 2, Jónas Gunnarsson Djurhuus 2, Teis Horn Rasmussen 2, Rói Berg Hansen 2, Pætur Mikkjalsson 1, Pætur Thomsen 1.

Russland : Sergei Kosorotov 9, Dmitry Kiselev 4, Dmitrii Santalov 4, Timofei Maslennikov 4, Pavel Andreev 2, Ilia Demin 2, Sergei Kudinov 1, Roman Ostashchenko 1, Igor Soroka 1.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av dystinum. Viðmerkjari var Andrias Eriksen.

2) Hoyr Andrias Eriksen taka samanum eitt heiðurligt avrik hjá landsliðnum móti einum krútsterkum liði sum vísti klassan í seinna hálvleiki. Tað, at vit ikki eru nøgd aftaná eitt heiðurligt avrik móti Russlandi staðfestir hvussu langt vit eru komin, sigur Andrias. 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Brand Halgirsson sum iðraði seg um, at føroyska avrikið ikki var betur í seinna hálvleiki, tí Brandur hevði avgjørt ynskt sær fleiri stig. Nú gleðir Brandur seg til eitt nýtt kapitul við einum nýggjum venjara. 

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Pætur Mikkjalsson sum eins og Brandur Halgirsson var misnøgdur við, at teir vóru stigaleysir hesaferð. Pætur fegnaðist tó um at fáa møguleikan í kvøld. 

HER  ber til at hoyra farvæl-samrøðuna við Sonni Larsen, nú fyrrverandi landsliðsvenjara, og eitt serligt minnisbrot við teimum bestu løtunum við Sonni sum U21 og A-landsliðsvenjara. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður gjørdi við hjálparvenjaran, Dia Midjord sum eisini takkar fyri seg. 

 

(Føroyar-Russland 23-28 (11-12) - Hoyr dystarendan, samanumtøku hjá Andriasi Eriksen og samrøður við Brandur Halgirsson og Pætur Mikkjalsson)