FM1: Bridgespælarar kappast í Norðurlandahúsinum leygardagin

(FM1) Hoyr Boga Simonsen greiða frá hálvfinalunum og finalunum í steypakappingini í Bridge

##med2##

Í morgin frá klokkan 10 verða hálvfinalurnar og finalurnar í steypakappingini í bridge spældar í Norðurlandahúsinum.

Fyrireikararnir hava lagt kappingina í Norðurlandahúsinum í tí vón, at fleiri kunnu síggja hvussu ein tílík kapping fer fram.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra kenda og roynda bridgespælaran, Boga Simonsen greiða frá kappingini. 

(Samrøða: Bogi Simonsen)