Føroyska legan er øgiliga vónbrotin, og tað er ikki frítt, at bæði venjarin og spælararnir eru samdir við frásøgumannin á FM1. Teir halda, at griksku dómararnir vóru størsta orsøkin til, at Føroyar ikki megnaðu javnleik og kanska vunnu undankappingardystin í multihøllini á Amager, har Føroyar í dag áttu heimavøll ímóti Ukraina.
Avrikið var heilt øðrvísi, enn tað var mikukvøldið, tá ið Føroyar í Ukraina taptu 30-19. Í kvøld vóru Føroyar støðugt undir liðini á og fleiri ferðir frammanfyri Ukraina. Eitt skifti í øðrum hálvleiki var munurin tvey mál, og tað var um reppið, at tað eydnaðist at økja til trímála leiðslu.
Síðstu løtuna kendu føroyingarnir seg snýttar av dómarunum. Dómararnir søgdu seg ikki síggja brotskastið, sum føroyingarnir sóu, og sum var týðuligt á endurtøkuni í sjónvarpinum, og teir dømdu tvær ferðir fríkast til Ukraina, tá ið føroyska legan vildi hava, at tað var álopsmistak.
Føroyska verjan var í kvøld sum kletturin, og í álopinum var Kjartan Johansen, strandingurin sum nú roynir seg í norskum hondbólti, framúr eyðsýndur.
27-26 tap er gott úrslit ímóti nógv størri og stinnari hondbóltstjóð enn Føroyum, men tað kundi havt verið uppaftur betri, og tað eru spælararnir, venjarin og stóra føroyska áskoðarafjøldin vónbrotin av.
LIÐUGT
26-27
60) 26-27
Niclas Selvig skorar av veinginum og so er liðugt.
59) 25-27
Føroyar fáa einki frá dómaranum, sum nú gevur Ukraina fríkast, tá ið tað er heilt burturvið. Ófatuligt.
58) 25-27
Niclas Selvig minkar um munin, áðrenn Ukraina svarar aftur. Føroyar biða um timeout.
57) 24-26
Útvísingin kostaði nógv, og føroyingarnir eru misnøgdir við, at dómarin iki bríkslar fyri brotskasti, tá ið Jónas Djurhuus er leysur.
55) 24-24
Niclas Selvig er útvístur, og Ukraina biður um timeout.
53) 24-23
Kjartan Johansen brýtur ígjøgnum og skorar.
52) 23-23
Kjartan Johansen javnar til 23-23 við brotskasti.
50) 22-22
Niklas Simonsen bjargar brotskasti, sum føroysku spælararnir eru sera misnøgdir við, at griksku dómararnir døma.
Rói Berg Hansen skorar í skjótum álopi, og nú eru ukrainar undirmannaðir.
45) 21-21
Eru føroyska orkan farin at ganga undan? Peter Krogh javnar til 21-21, eftir at Ukraina hevur skorað tvey løtt mál.
44) 20-19
Áki Egilsnes misnýtir, tá ið hann er leysur.
Føroyski venjarin heldur í timeout, at møguleikin er góður, tí hann heldur seg síggja, at summir av ukrainarunum eru farnir at troyttast.
43) 20-18
Føroyar eru frammanfyri við tveimum og kundu havt verið frammanfyri við trimum, men risa møguleiki varð misnýttur. Hans Eli Sigurðbjørnsson skoraði til 20-18.
40) 19-17
Allan Norðberg er úti í tveir minuttir, og tað ber risa møguleika við sær til Ukraina, men føroyski málverjin bjargar, áðrenn Helgi Hoydal økir um leiðsluna til 19-17.
39) 18-17
Nú er Peter Krogh rættiliga komin á lagi. Hann hevur lagt Føroyar framum 18-17
37) 17-17
So eydnaðist tað loksins hjá Peter Krogh, sum við langskoti legði Føroyar framum 17-16, og so javnaði Ukraina við brotskasti.
35) 16-16
Nicholas Satchwell í málinum hevur havt tríggjar fínar bjargingar síðani steðgin, og Helgi Hoydal hevur av strikuni javnað til 16-16.
33) 15-15
Kjartan Johansen skorar við fínum langskoti, tá ið hann leypur upp.
Fyrstu løtuna hava Føroyar havt tveir aðrar upplagdar møguleikar, sum ikki hava borið mál við sær. Tað kann verða kostnaðarmikið.
30) 14-15
Tað eydnaðist ikki føroyska liðnum at halda tørn um javnleikin, áðrenn tað varð bríkslað fyri hálvleiki. Ukraina skoraði til 15-14, og føroyingar skundaðu sær í álop, men tíðin var farin, áðrenn tað eydnaðist at vinna málmøguleika.
29) 14-14
Stóri trupulleikin ella veikleikin hjá føroysingunum inntil nú hevur verið, at stórskjúttin Peter Krogh ikki hevur eydnuna við sær, tá ið hann roynir seg við skotum.
Rói Berg Hansen økti um munin til 14-12 eftir skjótálop, sum stóðst av, at føroyska verjan riggar so væl, og so bað Umraina um timeout, og tað vísti seg at hjálpa, tí eftir lítlari løtu svaraði Ukraina tvær ferðir aftur, so støðan nú er 14-14.
25) 13-12
Føroyska liðið vísir sera stórt sjálvsálit, og nú eru Føroyar á odda. Rókur Akralíð skoraði til 11-11, tá ið hann fangaði returbólt, Jónas Djurhuus til 12-12, tá ið hann smoygdi seg ígjøgnum, og Áki Egilsnes við fínum langskoti til 13-12..
20) 10-10
Mikukvøldið fylgdi føroyska liðið við, inntil støðan var 7-7. Higartil í dag hevur sæð betri út. Verjan er grammari og betri skipað, og álopsspælið er fjølbroytt. Tað sæst í, at føroyska liðið hevur skorað av veinginum, av strikuni og við skotum útifrá.
Jónas Djurhuus javnaði til 7-7, Hans Eli Sigurðbjørnsson til 8-8, Rókur Akralíð til 9-9 og
Niclas Selvig til 10-10.
15) 6-6
Tað er serliga Kjartan Johansen, sum hevur verið eyðsýndur. Nú javnaði hann við brotskasti, og hetta var fjórða málið hjá honum. Rói Berg Hansen javnaði til 4-4, og føroyski málverjin Nicholas Satchwell hevur havt fleiri góðar bjargingar
10) 3-4
Verjuspælið er framvegis á góðari leið. Í álopsspælinum hava føroyingarnir verið eitt sindur ótolnir. Nú skoraði Helgi Hoydal av strikuni.
05) 2-2
Føroyska verjuspælið hevur fyrstu løtuna verið væl betri, enn tað var mikudagin.
Føroyar vóru frammanfyri 2-1, men nú er 2-2. Tíverri vísir tað seg aftur í dag at vera torført at umseta brotskøst til mál. Niclas Selvig misnýtti fyrsta føroyska brotskastið ídag.
---
Mikudagin taptu Føroyar 30-19 á útivølli ímóti Ukraina. Nú eiga Føroyar heimavøll. Dysturin er í nýggju multihøllini, Royal Arena, á Amager.
Tað er rúm fyri fleiri enn ellivutúsund áskoðarum. Í dag er útselt, men størri helmingurin er ikki møttur enn. Tey møta, tá ið Danmark seinni í kvøld eigur heimavøll ímóti Montenegro.
2500 atgongumerki eru seld føroyingum, og longu nú eru ikki so fáir danskir áskoðarar møttir. Teir taka á við føroyska liðnum.