##med2##
HB vann í kvøld stórsigur 4-0 á AB á ovara vølli í Gundadali. Longu tá 33 minuttir vóru leiktir var støðan 3-0. Mikkel Dahl skoraði hattrick.
HB – AB 4-0 (3-0)
1-0: Mikkel Dahl (3.)
2-0: Mikkel Dahl (9.)
3-0: Áki D. Samuelsen (33.)
4-0: Mikkel Dahl (58.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin, Petur Jákup Heinesen og viðmerkjaran, Trygva Absalonsen siga frá teimum fýra málunum.
2) Hoyr samrøðuna Petur Jákup gjørdi við liðskiparan hjá AB, Jákup Paula Breckmann.
3) Hoyr samrøðuna Petur Jákup gjørdi við Dan í Soylu hjá HB.
Jákup Pauli staðfestir, at HB var nógv betri og hevði sigurin uppibornan, men hann heldur, at AB kundi byrgt upp fyri onkrum av málunum.
Dan er hóast stórsigurin ikki heilt nøgdur. Hann heldur, at HB burdi skotið nógv fleiri mál.