FM1: Fótbóltspanelið á Malta

Sportboxin: Dysturin móti Malta og framtíðini hjá Lars Olsen er millum evnini

Í Sportboxini í dag, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 15 til 17, verða fleiri bóltar í luftini. Tað fer at snúgva seg um landsliðsfótbólt, hondbólt og flogbólt.

 

Hoyr Sportboxina á netinum við at trýsta HER

 

Í fyrra tímanum verður hondbólturin viðgjørdur. H71 tapti óvæntað stórt í Vestmanna í fyrstu hálvfinaluni hjá monnum, meðan Kyndil vann fyrstu hálvfinaluna móti Neistainum í eini endurtøku av steypafinaluni. Sjúrður H. Hoydal leggur til rættis.

 

Somuleiðis í fyrra tímanum verður samrøða við Vuk Karanovic úr Norðurmakedonia, sum situr í leiðsluni í CEV, sum er evropesiska flogbóltssamgongan. Her verður greitt frá tey í CEV eru so hugtikin av Flogbørnum, sum bleiv kosið ársins ítróttarátak 2018. Óli G. Samuelsen leggur til rættis.

 

Í seinna tímanum, sum er Fótbóltspanelið, eru Leivur Frederiksen og Agnar Perstá gestir. Her verður hugt nærri at landsliðdystinum móti Malta, sum verður í morgin. Hvør skal byrja, hvussu skulu vit spæla og hvat kunnu vit vænta okkum? Eisini verður hugt nærri at framtíðini hjá Lars Olsen, sum er farin í holt við sína seinastu setu við hesum sáttmálanum.