FM1: Fegnast um uppibornan sigur við Stórá

(FM1) Hoyr Poul Ingason seta orð á fyrsta heimasigurin hjá TB í ár, ið gav eitt pláss í fjórðingsfinaluni í steypakappingini

##med2##

TB hevur vunnið sín fyrsta heimadyst við Stóra í Trongisvági í ár, og hevur harvið vunnið seg í fjórðingsfinaluna í kappingini um løgmanssteypið.

Einasta málið skoraði miðverjin Adama Guéye Ndende, tá ið fyrri hálvleikur var um at vera liðugur.

Tá ið eitt stórt korter var farið av seinna hálvleiki, hevði TB risa møguleika at økja um leiðsluna. Dómarin, Rúni Gaardbo, bríkslaði fyri brotssparki til heimaliðið, men Poul Ingason misnýtti.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eina stutta samrøðu FM1 gjørdi við Poul Ingason fyrr í kvøld. 

Poul Ingason er glaður og lættur um fyrsta heimasigurin í 2020. Hann staðfestir, at talan var um ein uppibornan sigur, har TB hevði væl fleiri málmøguleikar.

Poul sigur seg ikki hava nakað "ynskimótstøðulið" til fjórðingsfinalurnar. TB-arnir eru klárir at taka ímóti tí sum kemur. 

(Samrøða: Poul Ingason)