FM1: Fótbóltspanel um 14. umfar í Betrideildini

(FM1) Gestir hjá Tróndi Arge í dag vóru Jákup Ósá og Teitur Joensen

##med2##

 

Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari og Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum vóru gestir hjá Tróndi Arge í fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag.

 

Til umrøðu var 14. umfar í Betrideildini hjá monnum, ið verður avgreitt hetta vikuskiftið.

 

Betrideildin leggur fyri í kvøld við dystunum: AB-B68, ið byrjar klokkan 18, og EB/Streymur-Skála, ið byrjar klokkan 18.30.

 

Í morgin verður sagt frá dystunum HB-KÍ og NSÍ-Víkingur, ið báðir byrja klokkan 17.

 

Sunnudagin klokkan 15 verður sagt frá dystinum millum 07 Vestur og B36.

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo 

 

Fótbóltspanelið. Gestir: Jákup Ósá og Teitur Joensen

Fótbóltspanelið. Gestir: Jákup Ósá og Teitur Joensen