FM1: Góða byrjanin hjá NSÍ gjørdist munurin

(FM1) Hoyr stuttar samrøður við Klæmint A. Olsen hjá NSÍ og John Villi Leo hjá TB um TB-NSÍ 0-2 (0-2)

NSÍ legði seg á odda 1-0 tá tveir minuttir vóru farnir, og beint av hálva tímanum økti málkongurin, Klæmint A. Olsen til 2-0. Hesi bæði málini gjørdust munurin millum TB og NSÍ við Stórá í Trongisvági í dag. 

 

TB – NSÍ 0-2 (0-2)

 

0-1: Jacob Trenskow (2.)

 

0-2: Klæmint A. Olsen (31.)

 

- Tríggjar tær seinastu ferðirnar hava vit spælt væl, og tað eigur at fara at bera úrtøku við sær. Nýggi venjarin kemur leygardagin, og vit vóna og rokna við, at hann við nýggju eygum fer at finna tað, sum skal til fyri at vinna úrtøku, segði TB miðvallarin John Villi Wøldike Leo við FM1.

 

- Tað hevði stóran týdning fyri dystargongdina, at vit beinanvegin skoraðu, og tað bar frið við sær yvir spælið, at vit undan steðginum øktu til 2-0, og í seinna hálvleiki kendu vit okkum ongantíð hóttar, segði seinni málskjúttin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen við FM1.

 

Á hesari ljóðfíluni frá SoundCloud: https://soundcloud.com/heri-rnason-simonsen/fm1-130521-tb-nsi-0-2-0-2-samrour-john-villi-leo-tb-og-klaemint-a-olsen-nsi

 

Ber til at hoyra:

 

1) Stutta samrøðu við John Villi W. Leo

 

2) Stutta samrøðu við Klæmint A. Olsen.