##med2##
Teir eru sjarmerandi, fittir, festligir og larma eitt sindur nógv uppá tann góða mátan, The Tartan Army, fjeppararnir hjá skotska landsliðnum.
Men teir eru eisini góðhjartaðir. Við til Føroya hevur vælgerðardeildin hjá The Tartan Army sum nevnist: "The Tartan Army Sunshine Appeal" eina stórfingna gávu til Javna.
Javna skrivar m.a. hetta um stórfingnu gávuna uppá 44.000 krónur frá The Tartan Army Sunshine Appeal: - Vit eru heilt tikin av bóli og sera fegin! Týsdagin 12. oktober spælir Føroyar fótbóltslandsdyst ímóti Skotlandi, og í hesum sambandi hava fjepparafeløgini hjá londunum báðum avgjørt at savna pening, sum tey vilja lata til arbeiði hjá Javna. Vit takka teimum av hjarta fyri tað. Eitt, sum liggur okkum nær at hjarta er atkoma og luttøka, í breiðastu merking. Av tí at tey flestu spælipláss í landinum ikki eru so væl innrættað til børn, sum hava fysiskar avbjóðingar, so avgjørdu vit, at stuðulin fer til at betra um hetta. Í sambandi við at spæliplássið í Grasagarði, sum liggur í hjartanum av Havnini, skal útbyggjast í næstum, hava vit gjørt avtalu við Tórshavnar Kommunu um, at vit í felag gera hetta plássið betri atkomuligt fyri øll, og fáa til vega tól/reiðskap, sum eisini børn í koyristóli kunnu nýta og fáa gleði av. Vit fegnast um, at kommunan tekur so væl ímóti okkara hugskoti, og vil leggja teirra orku í at fáa hetta í lag.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1 sent beinleiðis úr Grasagarði í Havn:
1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Fíu Petersen, forkvinnu hjá Javna.
2) Hoyr sekkjapíputónleik og stemning.
3) Hoyr røðuna Neil Forbes frá The Tartan Army Sunshine Appeal hevði og handanina av kekkinum.
4) Hoyr takkarrøðuna Fía Petersen helt á enskum.
5) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Neil Forbes.
##med3##