FM1: Gullprát við Jógvan Róa og aðrar HB-arar

(FM1) Hoyr samrøðurnar, ið vóru við spælarar, høvuðsvenjara og formann í HB aftaná HB hevði tryggjað sær greipuna í føroyskum mansfótbólti í 2020

##med2##

Víkingur hevði tríggjar stórar málmøguleikar, ið kundu gjørt steypafinaluna millum Víking og HB sera spennandi, men Víkingur tók ikki av, og í HB kunnu tey nú stórfegnast um greipuna aftaná 2-0 finalusigur á Víkingi.

Víkingur – HB 0-2 (0-1)

Finala í kappingini um løgmanssteypið

0-1: Sjálvmál 24.

0-2: Mads Bo Mikkelsen 55.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal og Tróndur Arge gjørdu við fráfarandi liðskiparan, Jógvan Róa Davidsen, aðrar spælarar hjá HB, høvuðsvenjaran, Jens Berthel Askou og formannin í HB, Tórmóð Stórá. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum hjá HB og dystarendanum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

(Gullprát hjá FM1 við greipuvinnararnar hjá HB aftaná steypafinaluna á Tórsvølli)