##med2##
Hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini vera Kyndil-Neistin og H71-StÍF.
Tað er greitt aftaná seinastu dystirnar í bólkaspælinum.
Bólkur 1:
StÍF-H71 2 32-18 (15-11)
Toppskjúttar StÍF: Karina Høgnesen 7 og Haruka Gima 7.
Toppskjúttar H71 2: Karin Holm Simonsen 6 og Anna á Steig 5.
Kyndil-VÍF 28-20 (13-8)
Toppskjúttar Kyndil: Aslaug Súnadóttir 6 og Turið Arge Samuelsen 6.
Toppskjúttar VÍF: Agnas Olsen 5 og Durita C. Jojic 5.
1. Kyndil 6 stig
2. StÍF 4 stig
3. VÍF 2 stig
4. H71 2 0 stig
Bólkur 2:
VB-Stjørnan 24-37 (14-17)
Toppskjúttar VB: Vladana Lazendic 8 og Gurið K. Augustinussen 7.
Toppskjúttar Stjørnan: Tóra Eliasen 11 og Iulia Nalivko 9.
H71-Neistin 27-21 (12-10)
Toppskjúttar H71: Maria H. Weyhe 9 og Jana Mittún 6.
Toppskjútti Neistin: Brynja Høj 4
1. H71 5 stig
2. Neistin 4 stig
3. Stjørnan 3 stig
4. VB 0 stig
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av dystinum H71-Neistin 27-21 (12-10), og taka stutt samanum.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein fegnan H71-venjara, Inga Olsen sum tó minnir á, at StÍF verður alt annað enn ein løtt uppgávu, serliga við stórskjúttanum, Haruka Gima. Og tí skal eitt gott avrik til fyri at vinna H71 í finaluna.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein meira vónbrotnan Neista-venjara, Kára Horn sum ásannar, at dagsins avrik var ein strika í rokningini hjá Neistanum, men nú fara Kári og spælararnir at fyrireika seg væl til báðar hálvfinalurnar móti Kyndli.