Samrøða við Håkan Ericson eitt samdøgur undan dystinum móti Norðurmakedonia
Samrøða við Håkan Ericson eitt samdøgur undan dystinum móti Norðurmakedonia
Klokkan 17 byrjar venjingardysturin millum A-landsliðini hjá Norðurmakedonia og Føroyum í Skopje. Talan er um fyrsta A-landsdystin nakrantíð millum Norðurmakedonia og Føroyar.
Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Upptaktin á FM1 byrjar klokkan 16.15.
Í samrøðu við Petur Asbjørn eitt samdøgur undan dystinum sigur Håkan Ericson, at hansara ætlan undan ferðini var, at allir útileikararnir í hópinum skulu sleppa á vøllin á hesum túrinum, og tað ætlar hann at halda fast í. Vit kunnu vænta sjey broytingar í mun til byrjanaruppstillingina í dystinum í Moldova, har vit fingu javnleik 1-1 og fyrsta stigið í hesari EM-undankappingini.