FM1: Hálvi skotin Børge er spentur uppá dystin

(FM1) Børge Barclay Hansen heldur fyrst og fremst við Føroyum, men aftaná Føroyar er tað Skotland hann stuðlar

Børge Barclay Hansen saman við núverandi FSF-forsetanum, Christiani F. Andreasen. Savnsmynd frá 2014

Børge Barclay Hansen saman við núverandi FSF-forsetanum, Christiani F. Andreasen. Savnsmynd frá 2014

##med2##

Børge Barclay Hansen sum hevur tikið mong tøk fyri Tórsvøll og fyri Fótbóltssamband Føroya er spentari enn tey flestu uppá dystin móti Skotlandi í kvøld.

Børge vitjar í Skotlandi á hvørjum ári. Mamma hansara, Margaret var úr Skotlandi, og tí er Skotland annað heimlandið hjá Børga.

Men tá valið stendur millum Føroyar og Skotland er Børge ikki í iva. Hann heldur fyrst og fremst við Føroyum, men aftaná Føroyar stuðlar hann Skotlandi móti øðrum fótbóltstjóðum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Børga Barclay Hansen undan dystinum á Tórsvølli í kvøld. 