FM1: HB vann seg upp á turt aftur

(FM1) Hoyr Áka D. Samuelsen hjá HB og Bethuel Hansen hjá NSÍ seta orð á fyrru hálvfinaluna, ið endaði 2-2

##med2##

 

NSÍ hevði tann stóra útivallarfyrimunin tá 34 minuttir vóru farnir av fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið á Tórsvølli, á odda 2-0 við tveimum málum á útivølli. Í seinna hálvleiki fekk HB minkað munandi um tann fyrimunin við at skora tvær ferðir. Javnleikur 2-2 merkir, at endar dysturin í Runavík komandi leygardag klokkan 17 við javnleiki 1-1 vinnur NSÍ seg víðari til finaluna. Endar dysturin við javnleiki 3-3 vinnur HB seg í finaluna. 

 

HB – NSÍ 2-2 (0-2)

 

0-1: Aron Knudsen (33.)

 

0-2: Mórits Heini Mortensen (34.)

 

1-2: Hilmar Leon Jakobsen (68.)

 

2-2: Hørður H. Askham (90. +)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá trimum av teimum fýra málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Áka D. Samuelsen, áleypara hjá HB sum sjálvandi var nøgdur við, at HB vann seg upp á turt og megnaði javnleik 2-2 aftaná at hava verið aftanfyri 0-2. Men Áki er alt annað enn nøgdur við fyrra hálvleik, og hann staðfestir, at teir í HB fara at eftirmeta hetta.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Bethuel Hansen, miðvallara hjá NSÍ sum hevði selt dystin fyri javnleik 2-2 áðrenn teir í NSÍ ferðaðust til Havnar, men aftaná at hava verið á odda 2-0 er tað eitt vónbrot at standa eftir við 2-2. Bethuel ásannar eisini, at orkan gekk undan hjá NSÍ seinastu løtuna. 

 

FM1 sigur beinleiðis frá seinnu hálvfinaluni millum NSÍ og HB við Løkin í Runavík komandi leygardag klokkan 17.