FM1: Hesaferð kann Skála-venjarin fegnast um javnleikin

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá Skála og liðskiparan hjá HB seta orð á 1-1 javnleikin millum Skála og HB

##med2##

 

Við harðvunnum 1-1 javnleiki móti HB undir Mýruhjalla á Skála vann Skála seg av aftasta plássinum í Betrideildini.  HB hevur 16 stig á fjórða plássi, og teir hava heili 14 stig upp til oddaliðið, KÍ. 

 

Á Skála eru tey fegin um javnleikin, meðan hann smakkar illa í HB-leguni. Skála hevur enn ikki vunnið, men hevur fimm javnleikir í fyrstu 10 dystunum. Í dag heldur Skála-venjarin, Michael Bjørn Nielsen seg tó kunnu fegnast um javnleikin. 

 

Skála-HB 1-1 (0-0) 

 

0-1 Dan í Soylu (59.)

 

1-1 Pætur Dam Jacobsen (78.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 hevði við Michael Bjørn Nielsen, høvuðsvenjara hjá Skála, og liðskiparan og málverjan hjá HB, Teitur Matras Gestson. 

 

 

 

 

 

 

 

Samrøður: Michael Bjørn Nielsen og Teitur Matras Gestsson

Samrøður: Michael Bjørn Nielsen og Teitur Matras Gestsson