##med2##
Fær B68 trý stig eftir avgerð hjá aganevndini og missir B36 trý stig? Tann spurningurin hevur hingið í luftini, síðani B68 kærdi um, at B36 nýtti ólógligan spælara, tá ið B36 4. september vann 3-1 á heimavølli ímóti B68.
Svarinum á henda spurning hevur tað verið bíðað eftir, og nú hevur aganevndin svarað spurninginum. Svarið er, at aganevndin dømir B36 at tapa 3-0 og B68 at vinna 3-0.
Seinnapartin prátaði Tróndur Arge við formennirnar, Jákup Mørk hjá B36 og Ian D. Jacobsen hjá B68 um úrskurðin.
Jákup Mørk sigur, at tey í B36 hava kært dómin til yvirkærunevndina, tí tey halda, at eitt slíkt brot eigur ikki at føra til, at ein dystur verður taptur.
Ian D. Jacobsen sigur, at tey í B68 halda seg til reglurnar, og hava kært samsvarandi eftir reglununum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra formennirnar í B36 og B68 greiða frá.