FM1: Hondbóltsgalla og 8. umfar í Betrideildini í SportBoxini

(FM1) Gestir vóru Hallur Danielsen, Jákup Ósá og Teitur Joensen

##med2##

 

Gestir hjá Tróndi Arge og Hera Simonsen í sendingini SportBoxini á FM1 seinnapartin í dag vóru Hallur Danielsen frá HSF, ið fortaldi um Hondbóltsgalla og tiltakið ársins spælarar í hondbólti, ið verður í Bygdarhúsinum á Strondum leygardagin frá klokkan 17.30.

 

Aðrir gestir vóru Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum, ið prátaði um stóra dystin KÍ-Víkingur, og Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari um 8. umfar í Betrideildini.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

 

FM1 sigur frá øllum fimm dystunum í 8. umfarinum í Betrideildini - Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo 

 

Leygardagin klokkan 14: EB/Streymur-B68 (Jóna Nicolajsen sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Leygardagin klokkan 16: AB-B36 (Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Leygarkvøldið klokkan 18.30: KÍ-Víkingur (Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum. Hjalgrím Elttør verður viðmerkjari). Sett verður norður til Klaksvíkar klokkan 18.

 

Sunnudagin klokkan 15.15: HB-07 Vestur (Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Sunnudagin klokkan 16: NSÍ-Skála (Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum)