FM1: Hoyr fýra KÍ-veteranar seta orð á søguliga sigurin

(FM1) Hoyr Rógva Jacobsen, Jóhann Lützen, John William Joensen og Jan Andreasen seta orð á roysnið hjá KÍ

##med2##

Teir sum skrivaðu søgu fyri KÍ seinast í 20. øld og fyrst í hesari øldini stórfegnast eisini um fantastiska avrikið hjá barndómsfelagi teirra á Tórsvølli, har KÍ feiðaði Dinamo Tblisi av vøllinum, og vann heili 6-1, og skulu nú spæla Play Off dyst móti Dundalk úr Írlandi á útivølli komandi hósdag.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr telefonsamrøðuna FM1 gjørdi við Rógva Jacobsen, søguligan toppskjútta á landsliðnum og FM-vinnara við KÍ í 1999.

2) Hoyr telefonsamrøðuna FM1 gjørdi við Jóhann Lützen, FM-vinnara við KÍ í 1999, og núverandi blaðstjóra á Norðlýsinum.

3) Hoyr telefonsamrøðuna FM1 gjørdi við John William Joensen, FM-vinnara við KÍ í 1991, og miðlamann hjá Norðlýsinum gjøgnum mong ár.

4) Hoyr telefonsamrøðuna FM1 gjørdi við Jan Andreasen, FM-vinnara við KÍ í 1991 og í 1999, og pápa Jan B. Andreasen, liðskipara hjá KÍ í dag. 

(Gamlir KÍ-arar fegnast um roysnið: Rógvi Jacobsen, Jóhann Lützen, John William Joensen og Jan Andreasen)