FM1: Hoyr hvussu TB vann greitt á AB á Argjum

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum TB fekk á Argjum, og hoyr liðskiparan, Dánjal Godtfred seta orð á sigurin

##med2##

- Gott at hava fingið ein málskorara, ið setir bóltarnar inn. 

Orðini eigur ein glaður og lættur liðskipari hjá TB, Dánjal Godtfred.

Dánjal Godtfred sipar til nýggja áleyparan hjá TB, Filip Obadovic, ið skoraði til 1-0 og til 3-0, tá TB vann 3-0 á AB úti í Vika á Argjum.

Málið til 2-0 var eitt frálíkt fríspark, ið Poul Ingason sendi í netið. Dánjal Godtfred heldur, at tað var væl klárað av Poul Ingason, ið ikki hevur vant so nógv seinastu dagarnar.

TB er nú seks stig frammanfyri AB, umframt ein málmun, ið er 30 mál betur, so TB hevur lagt góðan botn til seinasta triðingin av kappingini.

 AB – TB 0-3 (0-2)

0-1: Filip Obadovic (1.)

0-2: Poul Ingason (11.)

0-3: Filip Obadovic (57.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Trónd Arge frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum trimum málunum hjá TB. Tað vóru bara 30 sekund farin av dystinum tá TB kom á odda.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Dánjal Godtfred aftaná dystin.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við annan av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen.

(AB-TB 0-3 (0-2) - Hoyr málini, og hoyr samrøðu við Dánjal Godtfred)