FM1: Hoyr Sølva leggja upp til fýra mál og skora eitt sjálvur

(FM1) Hoyr eisini samrøður við Sølva Vatnhamar og við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur

##med2##

 

Víkingur kom væl og virðiliga aftur á sigursslóðina við einum 6-1 stórsigri á 07 Vestur í Sarpugerði í Norðragøtu. Longu í steðginum var Víkingur á odda 3-0.

 

Sølvi Vatnhamar var dagsins leikari við fýra uppleggum til mál og við at skora eitt mál sjálvur.

 

Víkingur – 07 Vestur 6-1 (3-0)

 

1-0: Bergur Gregersen 20.

 

2-0: Martin Klein Joensen 31.

 

3-0: Arnbjørn Svensson 41.

 

4-0: Martin Klein Joensen 50.

 

5-0: Ingi Jonhardsson 52.

 

6-0: Sølvi Vatnhamar 73.

 

6-1: Daniel Obbekjær 81.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá øllum sjey málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við dagsins leikara, Sølva Vatnhamar sum liggur væl fyri í kappingini at vinna gullskógvin í ár, men vildi heldur vunnið eitt steyp.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Michael Schjønberg, ið staðfestir, at menn hildu seg ikki til tað, ið var avtalað undan dystarbyrjan. Hann heldur eisini, at 07 Vestur var alt ov nógv í gávuhýri. 

 

Víkingur-07 Vestur 6-1 (3-0) - Hoyr málini og samrøður við Sølva Vatnhamar og Michael Schjønberg

Víkingur-07 Vestur 6-1 (3-0) - Hoyr málini og samrøður við Sølva Vatnhamar og Michael Schjønberg