FM1: Jákup Martin kann fegnast um enn ein sigur

(FM1) Hoyr stuttar samrøður við høvuðsvenjararnar hjá B68 og EB/Streymi um 1-0 sigurin hjá EB/

##med2##

 

EB/Streymur er har sum tað er stuttligt at vera. Í dag vann EB/Streymur enn ein dyst, og nú hava sundalagsmenn 17 stig og eru bert tvey stig frá liðunum sum í løtuni standa til at vinna seg í evropeisku kappingarnar komandi kappingarár.

 

EB/Streymur vann 1-0 á B68, ið framvegis er aftast á stigatalvuni saman við Skála við bert fimm stigum.

 

Í Sundalagnum fegnast tey um tryggu støðuna á stigatalvuni, meðan tey á Toftum mugu í arbeiðshandskarnar. Tó var verjuliga talan um besta avrikið hjá B68 í fleiri dystum. 

 

B68-EB/Streymur 0-1 (0-1)

 

0-1 Gutti Dahl-Olsen (10.) 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra stuttar samrøður við høvuðsvenjararnar, Jákup á Borg hjá B36 og Jákup Martin Joensen hjá EB/Streymi. 

 

Samrøður: Jákup á Borg og Jákup Martin Joensen

Samrøður: Jákup á Borg og Jákup Martin Joensen