FM1: Spælið var javnt í fyrra hálvleiki - HB greitt omaná í seinna hálvleiki

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi og liðskiparan hjá HB seta orð á 4-1 sigurin hjá HB við Margáir

##med2##

 

HB vann fjórða dystin á rað í Betrideildini, tá teir seinnapartin vunnu greiðan 4-1 sigur á EB/Streymi við Margáir í Streymnesi. HB er nú á triðja plássi við 37 stigum, trý stig aftanfyri Víking. EB/Streymur er dottið av fjórða plássinum niður á fimta plássið aftaná B36 vann 5-1 á Skála, samstundis sum EB/Streymur tapti fyri HB í dag. 

 

EB/Streymur – HB 1-4 (0-2)

 

0-1: Daniel Johansen br 45.+3.

 

0-2: Adrian Justinussen 45.+6.

 

0-3: Pætur J. Petersen 56.

 

1-3: Elias El Moustage 67.

 

1-4: Pætur J. Petersen 75.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar FM1 hevði við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen og við liðskiparan hjá HB, Teitur Matras Gestsson. 

 

Jákup Martin og Teitur eru samdir um, at talan var um ein javnan fyrra hálvleik, har HB ikki skoraði fyrrenn í teimum sjey minuttunum dómarin hevði lagt aftrat. Í seinna hálvleik var HB greitt tað betra liðið er semja um.

 

Teitur sigur, at teir í HB ætla fyrst at fáa Víking aftur, og so sikta teir so høgt sum til ber.

 

 

 

Samrøður við Jákup Martin Joensen og Teitur Matras Gestsson um EB/Streymur-HB 1-4 (0-2)

Samrøður við Jákup Martin Joensen og Teitur Matras Gestsson um EB/Streymur-HB 1-4 (0-2)