info
Ongi úrslit

FM1: Jens Martin átti hugskotið at offra Karstin til brotssparkskappingina

(FM1) Hoyr ein vónbrotnan HB-liðskipara, Teit Matras Gestsson og ein sera fegnan NSÍ-hjálparvenjara, Jens Martin Knudsen seta orð á hálvfinaluna við Løkin

Heri Simonsen
29. november 2021 kl. 21:55

Myndin er ikki tøk

Hjálparvenjarin og málmanslegendan hjá NSÍ var heilin aftanfyri tað eitt sindur hvøkkandi útskiftingina í 119. minutti við Løkin í Runavík í kvøld, tá Karstin Hansen sum hevði staðið ein góðan dyst fekk ein hvøkk og var tikin av vøllinum, og tann eldri og royndari Tórður Thomsen kom inn fyri at bjarga NSÍ í brotssparkskappingini, og tað var júst tað Tórður gjørdi við at bjarga trimum brotsspørkum hjá HB.

Jens Martin Knudsen greiðir frá, at hann vildi ikki, at Karstin Hansen skuldi vita um hetta undan dystinum, so hann ikki skuldi órógvast av hesum.

Karstin Hansen var í øðini og rýmdi yvir í Løkshøll tá hann var skiftur út, men Jens Martin sigur seg vera vísan í, at Karstin fer at skilja samanhangin nú alt endaði gott fyri NSÍ.

Tróndur Arge fekk eisini orðið á málverjan og liðskiparan hjá HB, Teitur Matras Gestson sum bjargaði tveimum brotsspørkum, men sjálvur var ein av teimum trimum sum brendu fyri HB. Teitur iðrar seg og sigur, at tað er fyrstu ferð hann hevur brent eitt brotsspark móti Tórði Thomsen. Teitur heldur, at HB var betra liðið í dystinum, og við tí dreymabyrjan liðið fekk við einari 2-0 leiðslu tíðliga í dystinum átti tað at hildið heim hjá teimum, men tað gjørdi tað bara ikki. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi á FM1 við Teit Matras Gestsson og Jens Martin Knudsen. 

HER  ber til at hoyra frásøgnina hjá Tróndi av teimum fýra málunum og brotssparkskappingini í 9-8 (2-2) sigrinum hjá NSÍ við Løkini í Runavík í kvøld. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við sigursmálsskjúttan í brotssparkskappingini, Sølva Sigvardsen. 

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

Í gjár kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Fimm stig til KÍ og tvey stig til Skála ÍF

8 minuttir síðan
Tíðindi

Ocean Rainforest 48 milliónir í halli

20 minuttir síðan
Tíðindi

Útlendingur fekk skaða í haganum – tyrlan flutti hann á sjúkrahús

1 tími síðan
Tíðindi

Gøtunes sleipaði Arnarfell á Runavík

1 tími síðan
Fótbóltur

Ásla og liðfelagarnir mistu 2-0 leiðslu

1 tími síðan
Tíðindi

Grill elvdi helst til eld í úthúsi í Gásadali

1 tími síðan
Fótbóltur

Seks stig til NSÍ og trý stig til B36

3 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy hevur enn fyrsta stigið til góðar

8 tímar síðan
Tíðindi

AfD størstur – CDU rakk ikki upp um tinggáttina

8 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV misti sigurin í yvirtíðini

8 tímar síðan
Tíðindi

AfD vinnur – flokkurin hjá Merz er undir tinggáttini

9 tímar síðan
Fótbóltur

Mjällby hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

9 tímar síðan