FM1: Julian Johansen og Gunnar Djurhuus seta orð á hálvfinalusigurin

(FM1) Hoyr heimildarmannin hjá FM1 og annan av U19 landsliðsvenjarunum staðfesta framúr gott avrik í 29-22 (15-11) hálvfinalu sigrinum á Slovakia

Julian J. Johansen og Mark Marcher eru U19-landsliðsvenjarar (Mynd: hsf.fo)

Julian J. Johansen og Mark Marcher eru U19-landsliðsvenjarar (Mynd: hsf.fo)

##med2##

 

Føroyska U19 manslandsliðið í hondbólti hevur framt enn eitt roysnið í dag. Í dag vunnu Føroyar B-EM hálvfinaluna móti Slovakia so sannførandi sum 29-22. Í steðginum vóru Føroyar á odda 15-11. Eitt skiftið í seinna hálvleiki vóru Føroyar á odda 24-15.

 

Sambært Gunnari Djurhuus, heimildarmanni hjá FM1 var bert talan um eitt sinduri lakari avrik í seinnu helvt av fyrra hálvleiki, men annars var talan um eitt framúr gott avrik, har Pauli Jacobsen í málinum aftur gjørdist dagsins maður, og yrkisspælararnir, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West á Teigum gjørdu sítt við at skjóta ávikavist 10 og átta mál.

 

Annar av venjarunum, Julian J. Johansen kundi stórfegnast um eitt framúr gott avrik móti einum sterkum liði. Julian og hin venjarin, Mark Marcher fara at fyrireika hópin til finaluna í morgin við sama leisti sum til ein og hvønn dyst. Julian staðfestir, at óannsæð um Føroyar møta Hvítarusslandi ella Kekkia í finaluni, so verður talan um eitt kropsliga sterkt lið sum Føroyar møta í finaluni.

 

Vinna Føroyar finaluna vinna vit okkum í eitt EM-endaspæl, so tað stendur nógv uppá spæl í morgin. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum Gunnar og Julian søgdu beinleiðis í samrøðu við FM1 aftaná hálvfinalusigurin: 

 

 

 

Føroyar-Slovakia 29-22 (15-11)

 

Føroyar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 10, Hákun West á Teigum 8, Baldur Gillason 4, Pauli Mittún 2, Janus Dam Djurhuus 2, Sveinur Olafsson 1, Sakir Tróndarson Frýdal 1 og Viktor Gaini 1. 

 

 

 

Julian J. Johansen og Mark Marcher eru U19-landsliðsvenjarar (Mynd: hsf.fo)

Julian J. Johansen og Mark Marcher eru U19-landsliðsvenjarar (Mynd: hsf.fo)