FM1: KÍ-ÍF 4-0 (1-0) - Hoyr málini og samrøður

(FM1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá málunum KÍ fekk móti ÍF, og hoyr Jákup B. Andreasen (KÍ) og Ólavur Niclasen (ÍF) seta orð á dystin

##med2##

 

KÍ hevur ikki latið eitt mál inn í sjey dystum. Í somu sjey dystum hava klaksvíkingar skorað 37 mál. KÍ hevur ikki latið eitt mál inn síðani 28. apríl tá HB mundi farið suður aftur við einum 2-1 sigri, men Árni Frederiksberg javnaði heilt móti dystarenda við einum dreymafrísparki.

 

Í dag hevði KÍ sítt hoyggj við einum skerdum ÍF-liði, ið megnaði at halda málið reint í 43 minuttir. Fyrsta stóra korterið av seinna hálvleiki var ÍF eisini væl við, men tá KÍ økti til 2-0 í 62. minutti bleiv munurin millum liðini meira eyðsýndur, og tað endaði við einum 4-0 sigri til KÍ.

 

KÍ – ÍF 4-0 (1-0)

 

1-0: Boris Dosljak 43.

 

2-0: Boris Dosljak 62.

 

3-0: Bob Sumareh 70.

 

4-0: Claes Philip Kronberg 82.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá KÍ siga frá teimum fýra málunum hjá KÍ.

 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við liðskiparan hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen sum viðgekk, at tað var ikki lætt at bróta ÍF niður, men tá teir so fyrst høvdu knekkað koduna gekk tað munandi betri.

 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Ólav Niclassen hjá ÍF, ið hóast 0-4 tapið heldur, at hann og liðfelagarnir stríddust manniliga stóran part av dystinum. 

 

 

 

(KÍ-ÍF 4-0 (1-0) - Hoyr málini og samrøður við Jákup B. Andreasen og Ólavur Niclasen)

(KÍ-ÍF 4-0 (1-0) - Hoyr málini og samrøður við Jákup B. Andreasen og Ólavur Niclasen)