Tað er sannur landsliðsdámur á skránni hjá FM1 í dag. Tað eru tveir landsdystir á skránni. Bæði U21-landsliðið og A-landsliðið skulu á vøllin í dag. Hartil verður upptak og 3. Hálvleikur.
Byrjað verður klokkan 15, tá gestirnir eru Teitur Joensen, viðmerkjari, og Agnar Prestá, ítróttarjournalistur á portalinum. Her verður hugt nærri at dystunum, sum verða klokkan 17 og klokkan 19.45. Hartil verða eisini fleiri samrøður við eitt nú spælarar og venjarar.
Frá klokkan 17 verður beinleiðis frásøgn av Svangaskarði, har U21-landsliðið spælir móti Montenegro. Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum og Øssur Hansen, venjari hjá B68, verður viðmerkjari.
Eftir dystin á Toftum verða eyguni vend móti Tórsvølli, har føroyska A-landsliðið hjá monnum skal spæla móti Andorra í 4. umfari í Nations League. Dysturin byrjar klokkan 19.45. Eftir dystin verða samrøður og samanumtøkur á FM1 í 3. Hálvleiki.
Tú kanst senda spurningar ella viðmekringar til 559999.