##med2##
Viljormur Davidsen, landsliðsleikari og liðskipari hjá Helsingborg í bestu svensku fótbóltsdeildini hevur fingið frí í fýra dagar frá felagnum hjá sær, og teir frídagarnar brúkar hann heima í Føroyum fyri at kunna uppliva ólavsøkuna.
Tað gongur væl persónliga hjá Viljormi, ið er valdur til liðskipara hjá Helsingborg. Viljormur hevur vónir um, at Brandur H. Olsen fer at koma fyri seg aftur og verður partur av hópinum hjá Helsingborg til komandi kappingarár.
Reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig prátaði við Viljorm, og hann fekk eisini orðið á høvuðsvenjaran hjá Skála, Michael Bjørn Nielsen sum upplivir sína fyrstu ólavsøku í dag.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Viljorm Davidsen og Michael Bjørn Nielsen.