FM1: Leinkjur til spontanu beinleiðis U19 EM-gull sendingina

(FM1) Hoyr samrøður við heimildarmann, landsliðsvenjara, umboð fyri HSF, frásøgumenn o.a.

Mynd: Christian Nagata

Mynd: Christian Nagata

Á FM1 verður ofta sent eyka leingi tá okkurt serligt hendir.

 

Í samband við U19 B-EM finaluna millum Føroyar og Hvítarussland har ein sessur í U20 EM-endaspælinum stóð uppá spæl hevði FM1 Gunnar Djurhuus sum heimildarmann í Bulgaria.

 

Tá so gullið og EM-endaspælsluttøkan hjá bæði U20 og U18 landsliðunum hjá monnum vóru heima til komandi summar valdi FM1 at senda beinleiðis til klokkan næstan var 21.

 

HER  er leinkjan til fyrra part av sendingini:

 

  1. Hoyr Gunnar Djurhuus siga frá løtuni tá Føroyar vunnu finaluna á Hvítarusslandi. 2) Samrøða: Hallur Danielsen, samskipari hjá HSF. 3) Samrøða: Julian J. Johansen, annar av U19 landsliðsvenjarunum. 4) Samrøða: Sjúrður H. Hoydal, hondbóltsfrásøgumaður og hondbóltsviðmerkjari.

 

HER  er leinkjan til seinna part av sendingini:

 

5) Vit hoyra eina nú minniliga samrøðu Sjúrður H. Hoydal gjørdi við U19 landsliðsvenjarararnar, Julian J. Johansen og Mark Marcher áðrenn teir fóru til Svøríkis at taka lut í U17 European Open. 6) Minnilig stutt samrøða við 10-11 ára gomlu Elias Ellefsen á Skipagøtu, Paula Mittún og Paula Jacobsen frá 2013. 7) Samrøðu við frásagnarlegenduna, Hilmar Jan Hansen, ið var frásøgumaður tá núverandi B-EM U19 gullvinnara-liðið vann European Open í 2019.

 

 

 

Mynd: Christian Nagata

Mynd: Christian Nagata