FM1: Marjun og Margit sendu Neistan í finaluna við stórspæli

(FM1) Hoyr venjararnar, Kára Horn hjá Neistanum og Dragan Brljevic hjá Kyndli seta orð á samlaða 51-49 hálvfinalusigurin hjá Neistanum

##med2##

Tað vóru "M & M", Marjun F. Danberg við 11 málum og Margit F. Weihe við nógvum stórbjargingum í málinum sum vóru høvuðsatvoldin til, at Neistin vann ein samlaðan 51-49 hálvfinalusigur á Kyndli.

Í kvøld vann Neistin 26-24 á Kyndli. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 25-25. Tá fekk Marjun F. Danberg bláa kortið fyri eitt harmiligt høvdarskot í einum fríkasti tikið í seinasta løtu. Tað fekk ikki tær avleiðingarnar sum Neistin hevði óttast. Marjun slapp at spæla í kvøld, og tað gjørdi stóran mun fyri Neistan í kvøld.

Í Faxe Kondi steypafinaluni møtast Neistin og H71. H71 vann samanlagt 48-47 á StÍF í hinari hálvfinaluni. 

Kyndil-Neistin 24-26 (12-12) - Neistin vinnur samanlagt 51-49

Toppskjúttar Kyndil: Natasja Hammer 7, Bára K. Hansen 6 og Nadja Pejovic 6.

Toppskjúttar Neistin: Marjun F. Danberg 11, Ingun Kristina Persson 6, Fríða á Dunga 4 og Sólbjørt Høj 4. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal segði frá dystarendanum millum Kyndil og Neistan.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein fegnan venjara hjá Neistanum, ið serliga dróg fram málverjan, Margit F. Weihe sum hevði sagt sær, at hon hevði nakað at prógva í kvøld, og tað gjørdi hon eisini. 

3) Hoyr stuttu samrøðuna Sjúrður gjørdi við Dragan Brljevic, venjara hjá Kyndli. Dragan Brljevic staðfestir, at Neistin var tað betra liðið í kvøld. Málverjuspælið hjá Neistanum dróg Dragan Brljevic eisini fram sum ein avgerandi lut í kvøld. 

 

 

 

 

(Kyndil-Neistin 24-26. Hoyr dystarendan og samrøður við Kára Horn og Dragan Brljevic)