##med2##
Hetta vikuskiftið verður 23. umfar leikt í Betrideildini hjá monnum.
Gestir hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin vóru Símun Samuelsen, fótbóltsviðmerkjari sum metti um 23. umfar í Betrideildini, og Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.
Frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge, Petur Asbjørn Lervig, Petur Jákup Heinesen og Óli G. Samuelsen siga beinleiðis frá øllum fimm dystunum á FM1.
Skráin við frásøgumonnum er hendan:
Fríggjakvøldið klokkan 19: KÍ-B68 (Petur Asbjørn Lervig)
Fríggjakvøldið klokkan 19: B36-Skála (Tróndur Arge)
Leygardagin klokkan 15: EB/Streymur-AB (Petur Jákup Heinesen)
Leygardagin klokkan 16: NSÍ-07 Vestur (Óli G. Samuelsen)
Leygarkvøldið klokkan 19.45: HB-Víkingur (Tróndur Arge)
Vinnur KÍ á B68, og Víkingur fær javnleik ella tapir móti HB, so verður KÍ staðfestur Føroyameistari hetta vikuskiftið.